Dráttur basti KÍF

Ein dystur í meistaradeildini hjá kvinnum varð leiktur týskvøldið. Dráttur hevði vitjan av KÍF, og her eydnaðist heimaliðnum at vinna ein hampuliga tryggan sigur. Fyrsta settið fór tó til gestirnar, men síðani tók heimaliðið yvir. Settúrslitini vóru 21-25 25-21 25-7 25-17, og við sigrinum togaði Dráttur seg frá ÍF í stríðnum um bronsukrónurnar.