Dráttur aftur á røttu kós

Eftir tvey tap á rað eydnaðist aftur Drátti at vinna í meistaradeildini hjá kvinnum. Tað leikaði tó hart á hjá oddaliðnum, tá KÍF vitjaði á Giljanesi.

Dráttur-KÍF 3-2 (18-25, 25-18, 24-26, 25-16, 15-13)


Dráttur skuldi royna at koma aftur á røttu kós í meistaradeildini hjá kvinnum, tá KÍF vitjaði á Giljanesi. Dráttur hevur ligið heilt frammi í oddinum at kalla alt árið, men síðstu tveir dystirnar var tað blivið til tvey tap á rað hjá oddaliðnum. Tí skuldu tær fáa liðið í gongd aftur.
Hjá KÍF hevur gingið betur síðstu dystirnar. Eftir sjey tap á rað eydnaðist teimum at vinna á Mjølnir seinast, og tí hevði teirra sjálválit fingið eitt slag rætta vegin. Tí var lagt upp til ein spennandi dyst á Giljanesi leygardagin.
 
Vunnu eitt sett í part
At sjálválitið hjá Drátti ikki var heilt í topp sást væl í fyrsta setti. Her fylgdust liðini væl fyrstu løtuna, og mitt í settinum stóð á jøvnum 13-13. So vann KÍF tó fim bóltar á rað, og nú var støðan knappliga 13-18 til kollfirðingar. Dráttur royndi at kempa seg aftur í settið, men her vóru KÍf ov sterkar. Tær vunnu nevniliga fyrsta settið 18-25. Serliga móttøkurnar hjá KÍF vóru góðar í fyrsta settið, og Dráttur hevði til tíðir stórar trupulleikar at fáa bóltarnar niður í gólvið hjá KÍF.
Í øðrum setti var tó vent í holuni. Her legði Dráttur fyri sum eitt ódnarveður, og tær førdu beinanvegin 8-3. Her var týðiligt, at Dráttur ætlaði sær hetta settið, og løtu seinni høvdu tær økt um leiðsluna upp í 16-7. Nú var settið í roynd og veru avgjørt, og KÍF megnaði heldur ikki at fáa Drátt aftur. Endaliga úrslitið av øðrum setti gjørdist 25-18 til heimaliðið. Hetta settið var spælið hjá Drátti nógv meir fjølbroytt, og nú megnaðu tær eisini at sláa bóltarnar í gólvið hjá KÍF.
 
KÍF nærkaðist sigrinum
Triðja settið byrjaði ógvuliga javnt, og liðini fylgdust upp til 8-8. So tók KÍF sær tó um reiggj og legði seg á odda 8-12. Løtu seinni høvdu tær økt um leiðsluna upp í 10-17, og nú sá út til, at kollfirðingar eisini fóru at vinna tirðja sett. So byrjaði Dráttur tó eitt flott come-back, og fáar bóltar seinni hevði heimaliðið lagt seg á odda 20-19. Nú sá ikki gott út hjá KÍF, men leikararnir blivu við at kempa, og móti endanum av settinum stóð á jøvnum 23-23. So tók KÍF tó eitt ordans hál til síðst, og endaliga úrslitið gjørdist 24-26.
Nú hevði KÍf lagt seg á odda 1-2, og ein óvæntaður sigur lá og lúrdi. Hjá Drátti lá triðji ósigurin á rað líka sum í luftinu, og um tær ikki vunnu síðstu tvey settini, so gjørdist hetta til veruleika.
 
Dráttur vendi dystinum
Mwn í fjóðra setti fann Dráttur aftur rætta spælið fram. Tær løgdu hart út, og ikki gekk log tíð, áðrenn tær høvdu lagt seg á odda 9-4. Hesa leiðslu bara økti Dráttur um, og løtu seinni vísti talvan 18-7 til heimaliðið. Hetta settið var nú so gott sum avgjørt, og úrslitið av fjórða setti gjørdist 25-16 til Drátt. Nú skuldi ein altavgernadi janbrótari til fyri at finna ein vinnara.
Her tóktist Dráttur sterkari, og mitt í settinum førdu tær 9-6. Løtu seinni høvdu tær øktu um leiðsluna til 13-9, og nú tóktist sigurin skula fara til Vágarnar. Men so tók KÍf eitt ordiligt hál. Tær vunnu nevniliga fýra bóltar á rað, og nú stóð á jøvnum 13-13, og knappliga var KÍf heldur oman á. So hevði Dráttur tó fingið nokk, og tær vunnu síðstu tveir bóltarnar, og sostatt vann Dráttur henda spennandi dystin 3-2.
Við sigrinum hevur Dráttur fingið gongd á aftur spælið, meðan KÍF mátti taka til takkar við sínum fjórða tapi í ár eftir javnbrótara.