Dráttur aftur á kósina

Eftir mista sigurin móti Mjølnir fyri viku síðani reistist Dráttur aftur, og nú tykist gullið bert at vera ein spurningur millum Dráttur og Mjølnir

ÍF ? Dráttur 0 ? 3

23-25, 12-25, 13-25


Eftir skuffandi tapið fyri Mjølni seinasta leikumfar, skuldi Dráttur koma fyri seg. Dráttur hevur í ár kanska besta liðið nakrantíð, og tí var neyðugt at vinna henda dystin


Broytt ÍF-lið

ÍF tók ímóti á Kambsdali, men spenningurin í dystinum var bara í 1. setti. Nýggi venjarin hjá ÍF Boban Ilic hevur broytt uppstillingina á liðnum rættiliga nógv. Randi Larsen og Rønn Eliasen spæla nú kantsmasharar, og tær báðar eru einsamallar í móttøkuni. Randi hevur spælt hevari og Rønn diagonalur, men nú hevar Katrin Olsen, og hon kom væl frá tí uppgávuni.

Hesar broytingarnar tóktust at hepnast væl. 1. settið var sera javnt, og ÍF stóð einki aftanfyri Drátt. Hjá Drátti gongur nógva spælið ígjøgnum venjaran Marinu Popovic. Hon slær sera hart og væl, og blokkurin hjá ÍF megnaði ikki at steðga henni. Hin álopshóttanin hjá Drátti er Helga Nordendal, sum spælir á miðjuni.

Hjá ÍF er eingin leikari so eyðsýndur sum tær báðar í Drátti. Í 1. settinum var ÍF sum sagt væl við, og tær vóru óhepnar ikki at vinna. Høvdu tær tað, hevði gongdin kanska verið heilt ein onnur, men so var ikki.

Í 2. og 3. setti var als eingin ivi um úrslitið. ÍF tóktist at hava brúkt alt krútið, men Dráttur bara mentist. Dráttur var heilt einfalt nógv betra liðið, og kappingin letur til at laga seg soleiðis, at Mjølnir og Dráttur fara at vera einastu liðini í gullstríðnum. Hini liðini mugu so taka til takka við lægru plássunum.

Broytta ÍF-liðið spældi væl í 1. setti, men so datt spælið sundur. Liðnum tekur tíð at venja seg við broytingarnar, og tá ið mótstøðuliðið spælir so væl sum Dráttur ger, er ikki nógv at gera við tað.