Aðalstjórin í danska kringvarpinum, Kenneth Plummer, fer at siga seg úr starvinum seinni í dag. Tað sigur DR. Aðalstjórnin sjálvur vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini. Kunningarstjórin hjá DR, Thomas Hertz, vil ikki gera nakrar viðmerkingar.
Stýrið í DR skal hava fund í kvøld at viðgera støðuna hjá Kenneth Plummer.
Aðalstjórnin er komin í eitt rættiligt ódnarveður, eftir at tað er komið fram, at hann gav einum blaðmanni nøvnini á teimum, sum søktu aðalstjórastarvið, tá hann bleiv settur fyri fimm árum síðani. Blaðmaðurin var í ferð við at skriva eina bók um aðalstjóran, og aftur fyri upplýsingina um hini stjóraevnini skuldi blaðmaðurin ikki skriva nakað um privatlívið hjá aðalstjóranum.
Umframt at avdúka nøvnini á hinum umsøkjarunum hevur Kenneth Plummer lagt tveir fyrrverandi DR-stjórar, Lisbeth Knudsen og Lars Vesterløkke, undir fíggjarligt óskil. Tey bæði eru nú stjórar á ávikavist Berlingske Medier og Ritzau.










