Um tað er nakar føroyingur, ið droymir at ganga í fótasporinum hjá Linda Andrews og vinna donsku sangkappingina X Factor, ið DR hevur sent síðan 2008, so er at skunda sær, tí í ár er síðsti møguleikin. DR hevur nevniliga fyri løtu síðan kunngjørt, at ársins X Factor kapping, ið er nummar 11 í røðini, verður tann seinasta.
- Vit hava avgjørt, at tíðin er búgvin at royna nakað nýtt. Tað er okkara mál, at hyggjararnir framyvir skulu hava nýtt, upprunaligt og dansk undirhald, sum, líka sum X Factor, fer at miðja eftir at samla borgarar, sigur Henriette Marienlund, miðlastjóri í DR við DR.dk.
Tað er tíggju ár síðan, at DR byrjaði at senda X Factor, og hava danskarar tikið væl ímóti sendingini, ið upprunaliga er ment av bretanum Simon Cowell.
Føroyingar hava eisini fylgt væl við í kappingini, kanska serliga tey árini, tá føroyskir luttakarar hava staðið seg væl. Umframt Lindu Andrews, ið vann kappingina í 2009, so hava tveir aðrir føroyingar megnað at koma í finaluna. Í 2012 endaði Sveinur Gaard Olsen á einum triðja plássi, meðan Jógvan Joensen endaði á øðrum plássi í 2015.
DR hevur longu kunngjørt hvørjir dómararnir verða, tá sendingin fer av bakkastokki fyri síðstu ferð næsta ár. Umframt Remee og Thomas Blachman, ið hava verið við í fleiri ár, so hevur tað eydnast at fingið Sanne Salomonsen við sum dómara.