Maria Rørbye Rønn, sum hevur verið aðalstjóri í DR síðani 2010, fer úr starvinum í ár, tá nýggjur stjóri er settur.
Tað skrivar DR.
- Eg havi altíð sagt, at DR hevur ein máta at koma inn í blóðið hjá einum, og tað er av sonnum hent mær eisini. Public service uppgávan at skapa eitt sterkt grundarlag fyri fólkaræði, danskari mentan og felagsskapum kring alt landið er bæði týðandi og innihaldsrík.
- Eg eri so errin og hugtikin av dygdini og umfanginum, sum starvsfólkini sýna fram hvønn einasta dag, sigur hon við DR.
Um ársskiftið gongur setanarfreistin fyri verandi stýri hjá DR út.
Maria Rørbye Rønn hevur ynskt, at ein nýggj leiðsla skuldi vita frammanundan, at tey mugu finna hennara eftirmann.
Sambært ætlanini tekur nýggi aðalstjórin við á sumri 2025.
- Tað er yvirhøvur stuðul til DR frá umheiminum og ikki minst brúkarunum, og hóast talgilda menningin av eini organisatión sum DR sjálvsagt er ein áhaldandi tilgongd, so eru vit á einum sera góðum stað í dag.
- Public Service hevur ongantíð havt størri týdning. Og eg haldi samanumtikið, at tað er ein góð tíð at steðga á og lata mongu spennandi framtíðaruppgávurnar til onkran annan, sigur hon.
Maria Rørbye Rønn gjørdist aðalstjóri í DR eftir eitt dramatiskt tíðarskeið.
Undanfarni aðalstjórin hevði sagt seg úr starvi eftir ákærur um mutur í sambandi við bók.
Hon hevur áður sagt, at hon ikki hevði nakrar hugsanir um, at tað eftir stjórnarinnar tykki skuldi vera varandi. Stólurin hevði nokk bara brúk fyri at halda heitan til tann næsta.
Men tað eydnaðist ikki soleiðis. Men eftir 14 ár boðar Maria Rørbye Rønn nú frá, at hon fer frá í 2025.
Rørbye Rønn hevði sín fyrsta dag í DR í 1995.
Í 1990 gjørdist hon løgfrøðingur frá Københavns Universitet, og eftir starv í rættinum í Odense og í Mentamálaráðnum, endaði hon í DR sum advokatur.
Hon gjørdist síðani varastjóri, stjóri - fyri síðani at gerast ovasti stjóri í 2010, sum fyrsta kvinna nakrantíð.
Í tíðini í starvinum hevur Maria Rørbye Rønn eisini umsitið fleiri stór mál.
Millum annað fjølmiðlaavtalan í 2018, har DR varð skorið nógv, og ein stór spariætlan mátti setast í verk, sjálvt um ein partur av uppsparingini seinni varð afturtikin.
Seinastu árini hava uppsagnir fylgt við, eins og misnýtsla eisini er avdúkað í gentukórinum hjá DR, sum endaði við endurgjaldi.
Í hesum sambandi var Maria Rørbye Rønn úti við eini inniligari umbering til teir nú fyrrverandi limirnar.
/Ritzau/