DR sendir konsertir frá Roskilde

Komandi vikan fer av álvara at snúgva seg um Roskilde Festivalin, tá ið DR K sendir 15 konsertir frá festivalinum í fjør.

 

Festivalurin, sum hundraðtals føroyingar vitja á hvørjum árið, er í hæddini komandi viku, tí 15 konsertir vera vístar frá festivalinum í 2011.

 

Fyrstu konsertirnar vera at síggja á sjónvarpsskíggjanum mánadagin, tá ið konsertir við Mastodon og Bad Religion eru á skránni.

 

Framførslur vera annars frá Bright Eyes, Arctic Monkeys, PJ Harvey, Love Shop, Veto, Raveonettes, LOC og fleiri øðrum. Konsertirnar vera senda hvørt gerandiskvøld í komandi viku,

og síðani aftur sunnudagin.

 

Eitt frálíkt høvi at minnast summarið, og hita upp til ársins festival – sum hóast alt nærkast í hvørjum.

 

Roskilde Festivalurin 2012 bjóðar framførslur frá eitt nú Bruce Springsteen, íslendsku Bjørk og Bon Iver.

 

Les meira um festivalin á roskilde-festival.dk