DR1 vísir í kvøld eina sending hjá Horisont um hvalaveiðu í Íslandi. Har fylgja tey íslendinginum, Kristjan Loftsson, sum rekur hvalastøðina Hvalur, sum veiðir nebbafisk.
Samstundis sum DR fylgja honum, fylgja tey eisini tveimum Sea Shepherd limum, sum vilja steðga virkseminum hjá Hvalur. Hesi halda eyga við hvalastøðini og Kristjan Loftsson, og tað sæst, hvussu tey filma og senda beinleiðis á sosialu miðlunum frá hvalastøðini.
Sea Sherpherd limirnir fáa góða talutíð í sendingini at fortelja, hví tey halda tað vera skeivt at drepa nebbafisk og hval annars.
Hetta leggur Kristjan Loftsson einki í, og hann skírir DR journalistinum fyri at vera á síðuni hjá Sea Shepherd, tí hann er so kritiskur um hvalaveiðuna.
Sendingin verður víst á DR1 í kvøld klokkan 20:55 føroyska tíð.
Her ber til at síggja sendingina, um tað ikki liggur fyri at síggja hana í sjónvarpinum í kvøld: Islands omstridte hvalfanger