Handil
Eftir at Drós í summar skifti eigarar, er handilin nú eisini fluttur í nýggj høli í miðbýnum. Handilin húsast í dag í Niels Finsensgøtu 12, beint yvir av Náttarravnum.
Ein av eigarunum, Jens Mortan Rasmussen, sigur, at nýggju hølini liggja væl fyri í miðbýnum, og hann væntar, at flestu, sum hava áhuga fyri teimum vørum, sum Drós selir, nú hava høvi at læra handilin ovarliga í gongugøtuni uppaftur betur at kenna.
- Vit hava fingið uppaftur fleiri vørur, og vit royna soleiðis at nøkta ein uppaftur størri tørv hjá okkara viðskiftafólkum, sigur Jens Mortan.
Eisini í Klaksvík
Seinast í hesum mánaðinum letur Drós eisini upp handil í Klaksvík við fleiri áhugaverdum og fortvitnisligum merkjum og vørum innan parfumu.
- Umframt parfumu, fara vit eisini at selja undirklæði, taskur og annað, sum handilin í Havn selir, í nýggja handlinum í Klaksvík.
Jens Mortan sigur, at handilin í Klaksvík verður uppi á loftinum í bygninginum, har Vøruhúsið heldur til í dag.
- Black and White, sum hevur verið í Klaksvík í eina tíð, kemur at hava ein handil við eitt sindur bíligari – og kortini spennandi – vøruúrvali. Her verða eisini leikur og ymiskt til børn, umframt smúkkur og taskur til konufólk.
Hann sigur, at Drós í Klaksvík húsast á umleið 50 fermetrum og Black and White á umleið 120 fermetrum.
- Drós kemur at hava alt innan kropsrøkt, bæði til mannfólk og konufólk, sigur Jens Mortan Rasmussen.










