Í gjár varð annar av teimum báðum skuldsettu í málinum um Birnu Brjánsdóttir leyslatin, meðan hin fekk sína varðhaldsfongsling longda í fyribils 14 dagar aftrat.
Tann leyslatni er ikki longur skuldsettur fyri dráp sambært grein 211 í íslendsku revsilógini, men hann hevur framvegis rættindi sum skuldsettur.
Tað kann vera trupult hjá vanliga lesaranum at skilja, hvør munurin á leiklutinum hesum hesum báðum monnunum møguliga er í samband við Birnu Brjánsdóttir.
Íslendska løgreglan hevur at kalla einki sagt um sjálvar avhoyringarnar, men kortini hevur kanningarleiðarin, Grímur Grímsson, ásannað, at grundarlag var ikki at biðja um longda varðhaldsfongsling hjá manninum, sum nú er leyslatin.
Tann leyslatni er maðurin, sum leygarnáttina 14. januar sat drukkin á barr í Reykjavík og sum fór at kalla beint umborð á Polar Nanoq í Hafnarfjørðinum, tá teir báðir komu hagar.
Íslendska løgreglan heldur, at Birna Brjánsdóttir um hetta mundið er í bilinum og at tann, sum framvegis situr í varðhaldi, einsamallur fór avstað við henni og var ikki aftur fyrr enn nakrar tímar seinni.
Á rættarfundi í gjár, tá tíðin fyri varðhaldsfongsling og hjá teimum báðum gekk út, var verjin hjá tí framvegis drápsskuldsetta - og skuldsetti sjálvur - ógvuliga misnøgdir við avgerðina hjá dómaranum.
Sambært íslenskum miðlum vóru teir so misnøgdir, at málið um longda varðhaldsfongsling í isolatión varð kært til íslendska hægstarætt.
Drápsskuldsetti noktar seg sekan í at hava verið atvoldin til lagnuna hjá 20 ára gomlu, Birnu Brjánsdóttir.