Drápsroynd ímóti Suleiman

Amerikanskir fjølmiðlar skriva í dag, at onkur hevur roynt at beina fyri egyptiska varaforsetanum, Omar Suleiman. Men egyptisku myndugleikarnir avsanna tíðindini og siga tey vera tann rama heilaspurna.

Fox News sigur frá sínum keldum, at tveir lívverjar hjá Omar Suleiman lótu lív í drápsroyndini.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sum er á trygdarráðstevnu í München, sigur, at tíðindini um drápsroyndina eru ein staðfesting av, hvussu stórar avbjóðingarnar í Egyptalandi eru.

Omar Suleiman varð tilnevndur varaforseti í síðstu viku, og hann er tann fyrsti varaforsetin, sum Hosni Mubarak hevur havt tey 30 árini, hann hevur havt forsetaembætið.