Drápsmaðurin var sjálvur lesandi

Tað var ein lesandi úr Suðurkorea, sum beindi fyri 32 fólkum á tekniska skúlanum í Virginia í gjár. Løgreglan í Virginia sigur, at drápsmaðurin var tann 23 ára gamli Cho Seung-Hui, sum las enskt á skúlanum og búði á skúlaheiminum.

Løgreglan sigur, at hann hevði eftir øllum at døma fyrireikað hópdrápið væl. Eitt nú hevði hann stongt dyrnar í einum flokshøli við ketum, so eingin kundi sleppa út haðani.

Tey, sum sluppu livandi frá hópdrápinum, hava greitt frá, at drápsmaðurin segði ikki eitt orð, meðan hann skjeyt. Tað var heldur ikki líkt til, at hann gav sær far um, hvønn hann rakti.