Ein 58 ára gamal rumenskur ríkisborgari hevur viðgingið, at hann myrdi norsku flogternuna Veru Vildmyren á einum hotelli í Keypmannahavn í gjár. Rumenski maðurin, sum eitur Marian Clita, kom seinnapartin á á løgreglustøðina í Malmø í Svøríki og viðgekk, at hann hevði myrt eina kvinnu í Keypmannahavn.
Danska løgreglan hevur kravt at fáa mannin fluttan til Danmarkar, men tað málið verður neyvan loyst fyrr enn í morgin. Ove Dahl hjá løgregluni í Keypmannahavn sigur, at maðurin verður settur í varðhald, so skjótt hann kemur um Oyrasund.
Rumenskir fjølmiðlar siga, at Marian Clita er fyrr dømdur fyri morð í Rumenia, og at hann slapp úr fongslinum í fjør.
Vera Vildmyren var 42 ára gomul, gift og átti tvey børn.










