Í gjár byrjaði rættarmálið ímóti Anders Eklund, sum hevur viðgingið, at hann neyðtók og myrdi ta 10 ára gomlu Englu Høglund fyrr í ár, og at hann myrdi ta 31 ára gomlu Pernille Hellgren fyri átta árum síðani.
Ákæruvaldið vildi vera við, at hann neyðtók Pernille Hellgren, áðrenn hann myrdi hana, men tað hevur Anders Eklund avsannað. Til í gjár. Eftir at ákærin hevði avhoyrt hann í næstan ein tíma, kláraði Anders Eklund ikki meiri.
-Tað er rætt, at eg neyðtók hana. Men eg ætlaði ikki, at hon skuldi doyggja, og eg biði um umbering fyri tað, segði tann 42 ára gamli lastbilførarin og vendi sær ímóti mammu Pernille Hellgren.
Blaðið Expressen skrivar, at Anders Eklund hevur skrivað einari vinkonu eitt bræv, meðan hann hevur sitið í varðhaldinum. Í brævinum skrivar hann millum annað, at hann iðrar seg um illgerðir sínar. Verji hansara heldur uppá, at tann ákærdi er sinnissjúkur.










