Ein dómstólur í Pakistan kunngjørdi í gjár, at hann hevði dømt Ahmed Omar Saeed Sheikh Adil ella Sheikh Omar til deyða fyri at hava rænt og myrt amerikanska tíðindamannin Daniel Pearl í Karachi í januar í ár. Tríggir av hjálparmonnum hansara fingu lívlanga fongsulsrevsing.
Beint aftan á úrskurðin hjá dómstólinum svór Sheikh Omar, at dómurin verður hevndur. Hann legði pakistansku myndugleikarnar undir at hava givið dómstólinum boð um, hvør revsingin skuldi verða.
-Vit fáa at síggja, hvør doyr fyrst, eg ella teir, sum hava givið boð um dómin, segði Sheikh Omar aftan á úrskurðin.
Í Pakistan er vanligt, at deyðadømd verða hongd.