Drápsmaðurin gjørdi av við seg

Finski maðurin, sum í morgun drap fýra fólk í einum handilshúsum umframt fyrrverandi konu sína, varð seinnapartin funnin deyður heima við hús. Sambært løgregluni bendir alt á, at maðurin hevði tikið lívið av sær.

Frammaundan hevði løgreglan funnið líkini av trimum monnum og einari kvinnu, sum maðurin skeyt í einum handilshúsum. Tey vóru millum 27 og 45 ár og arbeiddu í handilshúsunum.

Áðrenn hann fór í handilshúsini, skeyt hann fyrrverandi konu sína heima í íbúð hennara.

Skottilburðurin er tann triði í Finnlandi tey bæði seinastu árini.