Drápsmaður til Føroya

Tíðindamenn á skotska blaðnum, the Sun, siga, at ein franskur drápsmaður er á veg til Føroya. Hann er seinast sæddur í einum stuttleikabáti í Stornoway á Hebridunum

Ein drápsmaður er á veg til Føroya. Hetta vildu skotskir tíðindamenn á blaðnum the Sun vera við á miðdegi í gjár. Talan er um ein franskan lækna, Godard av navni, sum løgreglan í Fraklandi heldur hava tikið lívið av konu sínari í Fraklandi. Hann hevur áður verið skuldsettur fyri morð. Ta ferðina skuldi hann havt myrt eina franska skúlagentu. Skuldsetingarnar vórðu kortini sleptar, tí ein DNA-roynd prógvaði sakloysi mansins.


Sambært tíðindamonnunum er drápsmaðurin, ið eigur tvey børn, rýmdur undan løgregluni í einum stórum stuttleikabáti. Hann legði í skundi frá landi í Saint-Malo í franska landslutinum, Bretagne. Sigldi vestur um bretska landsendan og legði síðani norður gjøgnum Írlandshavið og heilt til oynna Lewis, har hann legði at í Stornoway.


Løgreglan kannar málið


Løgreglan í Stornoway, sum Sosialurin tosaði við í gjár, vildi hvørki avsanna ella vátta tíðindini


? Vit hava ongar viðmerkingar til málið í løtuni, segði vakthavandi løgreglumaðurin, McDonald, úr Stornoway.


Redaktiónin á the Sun hevur tíðindini frá heimildarfólkum sínum í Bretlandi og á oynni Lewis. Onkur vildi eisini vera við, at fronsk løgregla var á veg til Føroya at handtaka franska læknan tá hann kom til lands. Hesi tíðindini eru fyribils avsannað á løgreglustøðini í Havn, har ongin visti um málið.


? Hevði fronsk løgregla verið á veg til Føroya, hevði hon óivað sagt okkum frá, sigur John Mortensen, løgreglumaður, sum væntaði, at kriminaldeildin fór at kanna málið alt fyri eitt.