Løgreglulið funnu í gjárkvøldið líkið av Benjamin Colton Barnes, einum 24 ára gomlum krígsveterani, sum er undir illgruna fyri at hava dripið upp til fimm fólk.
Alt byrjaði nýggjársmorgun, tá ein nýggjársveitsla endaði við einum skotbardaga, ið kostaði fýra fólkum lívið. Ein av teimum trimum fólkunum, ið flýggjaði av staðnum, var Barnes.
Parkvørðurin, Margareth Anderson, setti upp eina vegforðing, fyri at steðga Barnes, sum ein politistur jagstraði. Barnes gjørdi ikki mætari enn at skjóta Anderson til deyðis. Hon var gift einum øðrum parkvørði, og tey høvdu tvey børn.
Hedingin fór fram við Mount Ranier National Park, stutt uttan fyri Seattle í statinum Washington, og hon setti í gongd eina stóra mannajagstran, har 200 mans frá FBI, politinum og parkvørðutænastuni.
Mánamorgunin varð Benjamin Colton Barnes so funnin deyður, hálvur úti í ánni Paradise Creek, bert ílatin løriftisskógvan, buksur og T-blusu, deyður í kulda.
Tað skrivar Seattle Times. Myndin vísir FBI-agentar við Paradise Creek, har Barnes varð funnin.