Í fleiri ár hava indisku myndugleikarnir leitað eftir tí umleið 60 ára gamla brotsmanninum Koose Muniswamy Veerappan, og teir høvdu lovað 60.000 krónur í finningarløn, bleiv hann avdúkaður.
Mánakvøldið eydnaðist tað endiliga løgregluni at finna brotsmannin. Sambært løgregluni endaði tað við einum skotbardaga, og tá løgeglumenninir seinni tóku seg fram, funnu teir líkið av Koose Muniswamy Veerappan.
Tann 60 ára gamli brotsmaðurin hevur argað indisku myndugleikarnar í fleiri ár. Hann byrjaði sítt brotsmannavirksemi við at skjóta fílar, men seinni fór hann at beina fyri fólki, og indisku myndugleikarnir halda, at hann hevur ábyrgdina av meiri enn 100 morðum. Fyri fýra árum síðani gjørdist hann kendur um allan heim, tá hann burturflutti ein kendan indiskan filmsleikara, sum bleiv hildin gísli í 108 dagar.
Tað vóru kortini ikki allir indarar, ið mettu hann sum ein brotsmann. Summi bóru hann saman við Robin Hood.










