Drápsmál viðgerast umaftur

Tríggir menn, sum vórðu fríkendir fyri at hava beint fyri russisku tíðindakvinnuni Onnu Politkovskaja, skulu aftur í rættin Hægstirættur í Russlandi avgjørdi í gjár, at tríggir menn, sum vórðu fríkendir fyri at hava myrt tíðindakvinnuna Onnu Politkonskaja, skulu aftur í rættin, tí málið ímóti teimum skal takast uppaftur.

Teir tríggir menninir vórðu fríkendir í einum hernaðardómstóli í Moskva í februar, men hægstirættur hevur nú ógildað tann úrskurðin og sagt, at sami dómstólur skal viðgera málið eina ferð afturat.

Anna Politkovskaja bleiv funnin myrd uttan fyri íbúð sína í miðbýnum í Moskva á heysti í 2006. Hon var kend fyri sína atfinningarsomu blaðskriving um ta politisku leiðsluna í Russlandi, men myndugleikarnir hava alla tíðina avsannað, at teir høvdu nakað við morðið at gera.