Enski fótbóltsspælarin Anton Ferdinand (myndin), sum spælir við felagnum Queens Park Rangers í bestu deildini, hevur fingið eina drápshóttan undan steypadystinum í dag millum hansara felag og Chelsea.
Bretska løgreglan váttaði í gjár, at hon er í ferð við at kanna málið, og blaðið Fulham Chronicle skrivar, at Queens Park Rangers hevur fingið eitt bræv við einari patrón í. Brævið var stílað til Anton Ferdinand.
Tað er ein ávísur spenningur undan dagsins dysti, tá Anton Ferdinand skal spæla ímóti Chelsea-spælaranum John Terry. Ferdinand hevur fyrr skuldsett Terry fyri at hava brúkt rasistiskt orðalag ímóti sær, og týsdagin skal Terry í rættin at verja seg.
Brævhóttanin og skuldsetingin um rasismu hava fingið Queens Park Rangers er økja trygdina á vøllinum Loftus Road. Dysturin har byrjar á middegi.