Drápsætlanir vóru væntandi

Umframt Barrack Obama ætlaðu tveir menn at myrða meiri enn 100 svartar amerikanarar -Tað, sum øll hugsa, men sum eingin torir at taka upp á tunguna.

Soleiðis hava fjølmiðlar leingi skrivað um vandan fyri, at onkur kundi finna uppá at beina fyri Barrack Obama, nú tað er líkt til, at USA fyri fyrstu ferð kann fáa ein svartan forseta.

Í gjárkvøldið søgdu amerikonsku myndugleikarnir, at teir hava avdúkað eina drápsætlan ímóti demokraatiska forsetavalevninum.

Løgreglan hevur tikið tveir ungar menn, sum verða sagdir at vera nýnazistar. Sambært løgregluni høvdu teir lagt ætlanir um at myrða meiri enn 100 svartar amerikanarar og teirra millum Barrack Obama.

Teir báðir handtiknu eru tann 20 ára gamnli

Daniel Cowart úr statinum Tennessee og tann 18 ára gamli Paul Schlesselman úr Arkansas.