Drápið skal kannast til botns

Italska tíðindakvinnan, sum slapp frá gíslarænasrunum í Irak í síðstu viku, lovar at kanna, hví amerikanskir hermenn skutu ein av monnunum, sum bjargaðu henni

Eingin veit við vissu, hvat hendi, tá tað í síðstu viku eydnaðist italskum agentum at fría tíðindakvinnuna Giuliana Sgrena frá einum irakskum burturflytarabólki. Tá agentarnir og tíðindakvinnan vóru á veg við bili til floghavnina í Bag-dad, skutu nakrir amerikanskir hermenn eftir bilinum. Giuliana Sgrena varð ikki rakt, men ein agentur, sum var í bilinum saman við henni, varð so meint særdur, at hann doyði av skotunum.
? Eg svørji, at at vit skulu finna sannleikan, tí slíkt hendir ikki av tilvild. Kann nakar ábyrgjast fyri hetta, skal hann revsast, sigur Giuliana Sgrena.
Italiumenn halda uppá, at teir amerikonsku hermenn-inir høvdu fingið at vita, at teir skuldu lata bilin við agentinum og tíðindakvinnuni sleppa ígjøgnum vegbyrgingarnar. Kortini skutu hermenninir. Agenturin, Nicola Calipari, royndi at verja tíðindakvinnuna, men varð sjálvur raktur í høvdið og doyði. Tveir aðrir agentar vórðu særdir.
Amerikanska verjumálaráðið sigur, at bilurin við italiumonnunum koyrdi ov skjótt, og at bilførarin sýtti fyri at steðga, tá hermenninir góvu honum boð um tað. Men tað avsannar Giuliana Sgrena. Hon heldur uppá, at ætlanin hjá amerikanarunum var at beina fyri sær, tí hon hevur skrivað fleiri atfinningar-samar greinar um viðurskiftini í Irak. Frá burturflytarunum fekk hon eisini at vita, at amerikanararnir vóru ikki serliga fegnir um avrik hennara.
? Amerikanararnir vilja ikki hava tygum aftur á lívi, var tað seinasta, hon fekk at vita frá burturflytarunum.