Drápið í Klaksvík umrøtt hjá Sea Shepherd

Grindadrápið í Klaksvík mánamorgunin fær nú drúgva umrøðu á heimasíðuni hjá Sea Shepherd. Í eina viku undan drápinum hevði høgra hondin hjá Paul Watson, sviin Peter Hammarstedt, sum eisini er stýrimaður á Sea Shepherd bátinum Bob Barker, verið í Føroyum, har hann bara hevði bíðað eftir rætta høvinum at fáa ræðumyndir frá einum drápi.

Á heimasíðuni hjá Sea Shepherd stendur í morgun, at tá Peter hoyrdi boðini um, at grind var í Klaksvík, leyp hann avstað og setti kós móti Klaksvík, men at tá hann var einsamallur, fekk hann einki gjørt fyri at steðga drápinum, men kundi bert standa og hyggja at og dokumentera blóðbaðið.

Drápið í Klaksvík var kanska eisini júst tað rætta at fáa fatur á hjá einum felagsskapi sum Sea Shepherd. Drápið var eitt av teimum heilt longu, og vardi hálvanannan tíma.

Peter Hammarstedt skrivar eisini, at føroysku myndugleikarnir siga, at grindadráp gongur skjótt fyri seg og er pínuleyst, men at hansara myndir vísa nakað annað.

- Ein av hvalunum hevði fimm ella seks ógvusligar skurðir á kúluna. Oyggjabúgvarnir brúktu hann bókstavliga sum eitt skeribretti. Deyðin má hava verið seinur og ekstremt pínufullur. Onkrir hvalir eru uppaftur og uppaftur stungnir í upp til fýra minuttir, áðrenn teir at enda doyggja, skrivar Hammarstedt.

Eisini vísur hann á, at óføddu hvølparnir verða náðileyst skornir úr vombini á deyðu mammu síni og tveittir at rotna á keikantinum.

Vágaportalurin visti longu mánamorgunin at siga, at hesin maðurin, sum eisini er kendur úr seriuni á Discovery, Whale Wars, var í Klaksvík, men at hann sjálvur avnoktaði tað og segði seg eita Frederik og verða ein svenskan filmslesandi sum var her í lestrarørindum.

Peter Hammarstadt skrivar eisini í frágreiðing síni, at hóast hann hevði lumpað føroysku myndugleikarnar at trúgva honum, varð hann kendur aftur á keiini í Klaksvík, og at hann mátti taka til rýmingar, tá menn byrjaðu at ganga aftaná honum. Og tá hann eftirfylgjandi fekk fleiri hóttanir, bað høvuðsstøðin hjá Sea Shepherd hann sleppa sær av landinum sum skjótast. Hetta gjørdi hann eisini, og hóast løgreglan avhoyrdi hann á á flogvøllinum, slapp hann av landinum.

Rás2 hevur í morgun roynt at fingið fatur á Paul Watson, men hetta hevur enn ikki eydnast.