- Drápið gekk av tí allarbesta.
Tað sigur Janus Egholm, grindaformaður, um grindina, ið varð hildin til við Streymnes fyri góðum hálvum tíma síðani.
Talan varð tó ikki um nógvar hvalir, eini 20-30, men neyvt tal er ikki á enn, tí teir eru framvegis í ferð við at fáa grindina upp á turt.
Nakað av fólki tók lut í drápinum, men heilt nógvir áskoðarar vóru.
- Her var tiltaglað í bilum, nógv stóðu og hugdu. Nøkur vóru við í drápinum, men har var so lítið, so har vóru nógv, sum ikki tímdu at fara út í, sigur Janus.