Dr. No deyður

Ian Paisley, fyrrverandi fyrstiráðharri í norður-Írlandi, er deyður.

Ian Paisley, fyrrverandi leiðari fyri Democratic Unionist Party og fyrstiráðharri í Norður-Írlandi, er deyður.

 

Ian Paisley var limur í bretska parlamentinum í 40 ár, frá 1970 til 2010.

 

Ian Paisley var protestantiskur sambandsmaður og stóð á odda í stríðnum móti loysingarsinnaðu katólsku tjóðskaparfólkunum. Í hansara hugaheimi var ikki talingur um, at Norður-Írland skuldi loysa frá Stóra-Bretlandi. Hann varð eisini eyknevndur Dr. No, tí hann segði nei til øll uppskot um friðaravtalu við IRA.

 

Eftir at IRA og Sinn Féin løgdu vápnini frá sær í stríðnum fyri einum samlaðum Írlandi, var Ian Paisley sinnaður at samstarva við teir. Í 2007 gjørdist hann fyrstiráðharri í eini norðurírskari sjávstýrisstjórn, har allir teir størru flokkarnir vóru umboðaðir. Í hesi stjórnini samstarvaði hann við Martin McGuiness frá tjóðskaparflokkinum Sinn Féin, sum fyrr var politiski armurin av IRA.