DR: Meira X Factor næsta ár

Danmarks Radio ger enn eitt umfar av X Factor næsta ár

Tað hevur meira enn einaferð verið róð fram undir, at Danmarks Radio skal gevast við X Factor, tí talentini eru ikki til fleiri kappingar júst nú. Eisini hevur verið funnist at mátanum, sum børn verða løgd undir trýst og viðgjørd í sendingini.

Í ár hevur X Factor kappingin verður á rímiliga høgum stigi samanborið við undanfarin ár, og tað er ivaleyst viðvirkandi til, at Danmarks Radio hevur avgjørt, at X Factor verður aftur á skránni næsta ár.

- X Factor hevur havt eitt framúr ár í ár, og vit hava fingið prógv fyri, at tað blíva við at koma stór talent fram í kappingini, sigur Jan Lagermand Lundme, sum er undirhaldsstjóri í DR.

Ársins X Factor kapping er tann áttanda í røðini, og um eitt ár bjóðar DR sesong nummar 9.