Dráli ikki longur enn hægst neyðugt

Formaðurin í SEV-umboðsnevndini fer at kalla saman til fundar so skótt sum gjørligt, men hann sigur, at tað er púra greitt, at umboðsnevndin kann ikki viðgera, hvør skal vera formaður í stýrinum og hvør skal vera stjóri í SEV

SEV-Ósemja
 
- Eg fari at kalla umboðsnevndina saman so skjótt, sum tilber. Men talan er um sera álvarslig mál og tí mugu øll skilja, at vit mugu hava neyðugu tíðina til at fyrireika okkum til fundin.
Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini avsannar staðiliga, at talan um um manglandi virðing, at hann hann ikki hevur kalla umboðsnevndina saman enn.
Tað er annars hetta sum Leivur Hansen, rør framundir aðrastaðni í blaðnum í dag.
Hans Tausen Olsen sigur, at 51 limir í umboðsráðnum og minnilutin í stýrinum hava biðið umboðsnevndina koma saman, so tað er ongin ivi um, at nevndin verður kallað saman
- Men Minnilutin í stýrinum má skilja, at talan er um so mikið stór mál , at vit mugu hava tíð til at fyrireika okkum til fundin.
Hans Tausen Olsen sigur, at hann umboðsnevndarlimirnar skulu kunnast um tað, sum  skal viðgerast á fundinum.
- Eg havi skyldi umboðsnevndarlimunum at lýsa málið væl og virðiliga, so at teir vita, hvat teir skulu taka støðu til, tá ið teir koma á fund.
Hvussu tað skal gerast í hesum føri, er støða ikki tikin til enn.
- Tað kann gerast skrivliga til hvønn nevndarlim. Men tað kann kann eisini gerast soleiðis, at vit ferðar runt og halda økisfundir kring landið fyri umboðsnevndarlimum, sigur Hans Tausen Olsen. 
- Eg royndi heldur ikki at forhála málið, tí eg fari at kalla saman til fundar so skjótt sum yvirhøvur gjørligt. Tí fari eg heldur ikki at bíða longur enn allarhægst neyðugt, sigur Hans Tausen Olsen.
Annarss heldur hann framvegis fast um, at tað er púra greitt, at tað er stýrið, sum setir stjóra og loysir hann úr starvið. Tað er eisini stýrið, sum skipar seg sjálvt.
- Tað eru ikki spurningar, sum umboðsnevndin kann leggja seg út í.Umboðsnevndin kann tí ikki staðfesta, hvør skal vera stýrisformaður og hon kann heldur ikki siga, hvør skal vera stjóri í SEV.
- Men umboðsráðið kann altíð velja nýtt stýri og tað verður hesin spurningurin, sum verður avgerðandi á fundinum.
Tað sama er galdandi við sjálvari umboðsnevndini.
­- Eisini umboðsnevndin skipar seg sjálv, so umboðsnevndin kann altíð velja nýggjan formann. tað skal bara vanligur meiriluti til á einum umboðsnevnarfundi til at velja formann, sigur Hans Tausen Olsen.
Annars skilir hanna heitanina um fund soleiðis, at nevndarlimir vilja verða kunnaðir um grundgevingarnar fyri ætlaðu uppsøgnina av Klæmint Weihe.
Annars undrast hann á innkallingina, tí tað var ongantíð ætlanin, at øll mál skulu leggjast fyri umboðsnevninda.
Somuleiðis stendur tað beinleiðis í viðmerkingunum til viðtøkurnar, at spurningurin um stjóran og deildarstjórar, eru spurningar, sum hoyra heima undir stýrinum.
Men nú verður tað so lagt fyri umboðsnevndina, so fáa vit at síggja hvussu leikur ferð.
Minnilutin í stýrinum ætlar at krevja, at Klæmint Weihe, John Danielsen og grannskoðarin verða við á fundinum.
- Tað havi eg als ongar trupulleikar við, tí talan verður um ein opnan fund, sigur Hans Tausen Olsen
Annars fegnast hann um, at ein uppgerð er á veg í SEV, so at arbeiðsfriður fæst aftur.