Hóast Granskingarráðið fleiri ferðir heitti á myndugleikarnir um at søkja um upptøku í granskingarsamstarvinum hjá ES, fór umsøknin ikki avstað fyrr enn í 2005.
- Og tað var alt ov seint, sigur fráfarandi stjórin í Granskingarráðnum, Rúna Hilduberg.
Útvarp Føroya hevur seinastu dagarnir umrøtt granskingarsamstarvið við ES, sum var kunngjørt at koma í gildið í januar, men sum nú er steðga upp. Talan er um eina rammuavtalu, sum kundi givið føroyskum granskarum atgongd til eina pulju áljóðandi 380 milliardir krónur.
Sambært ÚF, gevur sendimaður Føroya í Brussel mentamálaráðnum skyldina fyri fløktu støðana, tí Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, fór í fjølmiðlarnar við málinum, áðrenn avtalan var endalig.
Í dag, 1. august, fer Rúna Hilduberg frá sum stjóri á Granskingarráðnum, eftir at hava sitið sum stjóri, síðani Granskingarráðið varð sett á stovn í 2002. Hon heldur ikki, at ábyrgdin av málinum um manglandi luttøku í ES samstarvsavtaluni. bara liggur í mentamálaráðnum.
- Mentamálaráðið umsitur gransking, og tá avtalan er komin í gildi, fær Mentamálaráðið ábyrgdina at umsita hana. Men ábyrgdin at fáa avtaluna í lag liggur hjá løgmansskrivstovuni og sendimanninum í Brussel, sigur fráfarandi stjórin í Granskingarráðnum, sum heldur at vantandi yvirskipaður politikkur á økinum hevur havt við sær, at orkan er farin at sløkkja eldar í staðin fyri at stinga út í kortið langtíðarætlanir.
- Beinanvegin eg varð sett sum stjóri í Granskingarráðnum, mælti eg til at søkja um granskingarsamstarv við ES skjótast gjørligt. Vit vistu, at nýggj rammuavtala kom í gildi í 2007, og vit vistu, at samstarv við ES er ein drúgv tilgongd. Granskarar sum Bogi Hansen og Pál Weihe hava eisini fleiri ferðir gjørt vart við tørvin at gerast partur av granskingarsamstarvinum í ES. Kortini søkti løgmansskrivstovan ikki um atgongd til samstarvsavtaluna fyrr enn í 2005, sigur fráfarandi stjórin í Granskingarráðnum.
Rúna Hilduberg sigur, at stóri spurningurin ikki er, hví Mentamálaráðið segði avtaluna vera komna upp á pláss, men hví hon í roynd og veru ikki var komin upp á pláss.
- Hví fór umsøknin ikki avstað fyrr enn í 2005, tá bæði grannskarar og Grannskingarráðið aftur og aftur høvdu mælt til at hetta varð gjørt í góðari tíð, spyr Rúna Hilduberg.
ES alstóran týdning
Fyrst í hesum árinum fekk stjórin í Granskingarráðnum boð frá Mentamálaráðnum um at seta tveir ES samskiparar skjótast gjørligt, tí Føroyar nú vóru partur av ES rammuavtaluni.
- Vit settu tveir ES samskiparar í marts, og í apríl fóru tey til Brussel at seta seg nærri inn í tingini. Men tey komu so nakkalang aftur, tí har niðri kendu tey onki til, at Føroyar vóru við í avtaluni, sigur Rúna Hilduberg, sum ikki dylur fyri, at hon var óð um hetta.
- Tað vísti seg, at umsøknin ikki var farin avstað fyrr enn í 2005, sum sjálvandi er alt, alt ov seint. Og vit høvdu sett samskiparar at taka sær av einari avtalu, sum als ikki var komin upp á pláss.
Rúna Hilduberg heldur tó ikki, at ES samskipararnir eru settir til onga nyttu. Hon ivast ikki í, at avtalan við ES kemur upp á pláss, hóast tað neyvan verður í bræði.
- Tað kann geva virðing í ES, at vit kunnu vísa á, at vit fyrisitingarliga eru fyrireikað, og tað ger heldur onki, at vit fyri eina ferð skyld eru upp á forkant við menningina og fyrireikað til næsta stig.
Samstarv við ES krevur langtíðarætlanir, og hesar hava mangla í føroyskum granskingarpolitikki, staðfestir fráfarandi stjórin í Granskingarráðnum.
Tørva peningin
Fráfarandi stjórin í Granskingarráðnum sigur, at tað hevur alstóran týdning fyri føroyska gransking, at Føroyar gerast partur av nýggju rammuavtaluni, sum nevnist FP7. Henda gongur fram til 2013, og samlaða upphæddin, sum verður býtt millum ymiskar granskingarverkætlanir, er heilar 380 milliardir krónur.
- Føroyskir granskarar hava higartil verið undirleverandørar til eitt nú danskar verkætlanir. Men, um vit veruliga skulu sleppa upp í part, og um granskingarpengar skulu koma til Føroya, mugu vit hava fullan limaskap í samstarvinum, sigur Rúna Hilduberg.
Granskingarráðið hevur árliga á leið fimm milliónir at býta út til føroyska gransking. Hetta røkkur ikki langt, og tá pengar ikki eru til gransking í Føroyum, velja granskarar antin at flyta uttanlands, ella at fáa sær starv sum til dømis lærarar, greiðir Rúna Hilduberg frá.