Argja Bóltfelag skrivar:
Argja bóltfelag hevur enn einaferð fingið fatur á einum spennandi tónleikabólkið.
AB er kent fyri, at hava góðan dans og góðar konsertir í Høllini á Nabb og 2011 verður einki annarleiðis. 14. mei kemur Dr. Hook úr USA á vitjan. Dr. Hook fekk sítt gjøgnumbrot tíðliga í 70?unum, við sanginum ?Cover Of The Rolling Stone? og eftur hetta velti tað út við hittum. Her kann nevnast ?Baby Makes Her Blue Jeans Talk?, ?Sylvia?s Mother?, ?Only Sixteen? og nógv afturat.
Dr. Hook hevur verið í Føroyum áður og teir gleða seg sera nógv at koma aftur til tær vøkru oyggjanar norði í atlantshavinum.