?Dr Hook? eru lendir

Dr Hook fara á pall á høllini á Hálsi í Havn í annaðkvøld Fyri løtu síðani lendi øll manningin hjá tónleikabólkinum Dr Hook vesturi í Vágum.

 

Bólkurin sum vitjar í Føroyum á øðrum sinni, er komin til landið við fullari manning.

 

Í annaðkvøld klokkan 23 verður eitt stórt dansitiltak uppi í ítróttar og samkomuhøllini á Hálsi, har Dr Hook og føroyski bólkurin, Deiggj fara at spæla til dans.

 

Atgongumerki á 350 krónur verða seldar við dyrnar.

 

Tað er Argja Bóltfelag sum skipar fyri vitjanini hjá Dr Hook, sum steðga í Føroyum í tríggjar dagar. Teir fara víðari á konsertferð í Europa mánadagin.