Amerikanski sangarin Ray Sawyer doyði í gjár, skriva útlendskir miðlar.
Hann var kendur sum sermerkti limurin í bólkinum Dr. Hook; hann við cowboyhatti og klaffi fyri annað eyga. Eftir ferðsluvanlukku í 1968 mesti hann høgra eygað.
Sawyer doyði stillisliga í Daytona Beach í Florida, eftir sjúkralegu.
Kend løg hjá Dr. Hook eru t.d. Sylvia´s Mother, The Cover of the Rolling Stone og A Little Bit More. Bólkurin legði heimin fyri sínar føtur í sjeytiárunum.
Ein av framførslunum, sum mong minnast, var á Roskilde Festivalinum í 1976, tá hitabylgja var í Danmark. Mangir áhoyrarar fóru úr klæðunum í nógva hitanum, og so gjørdu limirnir í Dr. Hook tað sama, og tá teir spældu síðsta sangin, vóru teir bert í hosum.
- Um tit kunnu, so kunnu vit eisini, segði Ray Sawyer.
Sawyer fór úr Dr. Hook í 1983 og spældi síðani undir egnum navni. Hann gjørdist 81 ár.









