DR hevur upptøkuroynd í SMS

100 føroyingar fáa møguleika at sýna síni talentir, tá Danmarks Radio um ein mánað hevur upptøkuroynd á Torginum í SMS Í heyst fer DR1 undir at senda eina nýggja undirhaldssending hvørt fríggjakvøld í nakrar vikur. Sendingin er bygd á vælumtókti undirhaldssendingina ?Got Talent? og hevur DR valt at kallað hana ?TALENT 2008?. Føroyingar kunnu royna eydnuna og hesaferð verður upptøkuroyndin í Føroyum. Torgið í SMS verður nevnliga karmur um upptøkuroyndina, sum verður fríggjadagin 16. mai kl. 15.00. Íalt 100 føroyingar sleppa at vísa, hvat teir duga á pallinum á torginum í SMS. Framførslurnar verða tiknar upp á video og nýtir dómsnevndin upptøkurnar at velja tey talent út, sum fara víðari í kappingini.