Veturin hevur havt óvanliga ilt við at sleppa takinum á Suðurevropa í ár. Vanliga plaga tað at vera umleið 20 hitastig í italska landspartinum Apulia hesa tíðina á árinum, men tá fólk har komu upp mánamorgunin, var avkavað. Longur norðuri, í italsku Alpunum, ávaraðu myndugleikarnir um vanda fyri skalvalopum.
Í Suðurtýsklandi hevur ferðslan verið nógv darvað av kava og hálku teir seinastu dagarnar. Hetta er ikki vanligt, og tí høvdu nógvir bileigarar sett sær summardekk undir bilin. Tá so hálkan kom, endaðu nógvir bilar við síðuna av vegnum, og aðrir stoyttu saman.
Eisini longri norðuri í Týsklandi hevur hálkað órógvað ferðsluna, og løgreglan sigur, at nógv ferðsluóhapp hava verið á motorvegunum við Berlin og Dresden. Í Danmark hevur tað verið kalt seinastu dagarnar, og í gjár boðaðu veðurmenninir har frá kava.