Drúgvur á vøllinum

The Grand-old man hjá vestmenningum er uttan iva Sjúrður Holm, sum í samfull 22 ár hevur spælt hondbólt í bestu mansdeildini

 

Føroyameistari


Ein av høvuðsstuðlunum hjá VÍF í mong ár hevur verið drúgvi verjuleikarin, Sjúrður Holm. Hóast hann ikki er so nógv at síggja á máltalvuni, so liggur hansara partur í fullmerkjunum so avgjørt ikki eftir.


Brellast altíð

Tað hevur annars fleiri ferðir ljóðað, at Sjúrður skuldi gevast við hondbóltinum, og onkun tíð hevur hann eisini sagt farvæl. Spurdur, hvussu tað ber til, at hann kortini er aftur at síggja, sigur hann, at tað fyrst og fremst er hugurin, sum drívur verkið.

- Tað er stuttligt. Hvørja ferð mann hevur hug at gevast, brellist eg kortini aftur, og so er bara at fara ígongd.

Tey bæði seinastu árini hevur hetta tó ongan tíð verið upp á tal. Sjúrður hevur tá verið við frá fyrsta venjingarkvøldinum, men soleiðis hevur ikki verið altíð.

- Nei, okkurt árið havi eg ikki havt stundir vegna arbeiðið, men tá teir so hava heitt á meg, so eri eg altíð farin ígongd kortini, sigur verjuskansin, sum í ár leikti sítt 22. ár í bestu mansdeildini. Hann kom blaðungir inn á besta mansliðið hjá Neistanum í 1979, og hevur hann síðani hetta spælt í bestu deildini.

Spurdur, um hann eisini verður at síggja á liðnum hjá VÍF sigur Sjúrður, at tað veit hann ikki.

- Nú tori eg so ikki at siga nakað sum helst, eru seinastu orðini frá Sjurða Holm.