Kiev, Ukraina: Túrurin úr Føroyum til Ukraina var ein av teimum drúgvaru. Klokkan var lítið meiri enn seks sunnumorgunin, tá spælararnir settust í bussin uttan fyri Hotel Føroyar, og hon var farin av midnátt, tá føroyski hópurin chekkaði inn á Hotel Natsionalny í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev.
Men hóast drúgv var ferðin í allar aðrar mátar góð. Túrurin úr Føroyum til Kastrup gekk væl. Í Kastrup var steðgað í góðar fýra tímar, áðrenn kósin var sett móti München í Týsklandi, har eitt annað flogfar bíðaði eftir føroyska ferðalagnum. Á flogvøllinum í München varð runnið úr einum flogfarið í hitt, sum skuldi flúgva landsliðið til Ukraina. Men hóast tíðin var knøpp, komu allir mans umborð til tíðina.
So eftir stívliga seks tímar í luftini í trimum ymiskum flogførum, og smáar 12 tímar ferðing við buss og bíðitíð, kom føroyska ferðalagið loksins upp á pláss. Møðsamt var tað, men burtursæð frá eini lítlari seinking á 20 minuttir, tá farast skuldi úr München, gekk alt sum ætlað.
Drúgva ferðin hevur tó við sær, at ætlaða fyrrapartsvenjingin í dag varð tikin av skránni, soleiðis at leikararnir eru úthvíldir og klárir at tørna til, tá venjast skal seinnapartin.
Umframt sjálvt landsliðið og hjálparfólk, ið so ella so eru knýtt at tí, eru fýra umboð fyri føroysku fjølmiðlarnar við á ferðini í Ukraina.










