Drúgvur málturkur hjá skálamonnum

(Frá Rás2) Høvuðsvenjarin, Pauli Poulsen staðfestir, at nú byrjar málturkurin at níva Skála

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá Skála, Paula Poulsen, sum upplivdi sítt lið tapa 0-2 ímóti Suðringum við Stórá í Trongisvági í dag.

 

Skála hevur enn ikki fingið mál í effodeildini í ár. Aftaná 0-0 javnleikir ímóti KÍ og HB hevur talan verið um 0-1 tap ímóti Víkingi, og í dag 0-2 tap ímóti Suðringum. Pauli Poulsen ásannar, at tað er høvuðstrupuleikin hjá liðnum, men hann er vónríkur um, at tað skjótt fer at bresta fyri nev við málskjótingini. Aðrir tættir rigga væl hjá Skála, og tá málini eisini koma fer at síggja gott út hjá Skála.

 

Um dystin í dag staðfestir Pauli Poulsen, at setningurin gjørdist tungur, tá Suðringar løgdu seg á odda 2-0 við einum brotssparki, sum Jón Krosslá Poulsen setti í netið longu í fyrsta minutti í seinna hálvleiki. Tó heldur hann, at hansara menn stríddust væl og komu til málmøguleikar, men heldur ikki í dag blivu teir gagnnýttir.