Drúgvur flogbóltsfundur

Flogbóltssambandið kom ikki á mál, tá teir høvdu aðalfund leygardagin. Fundurin byrjaði kl. 10 fyrrapartin, men klokkan 15 var framvegis ikki komið heilt á mál, og tískil varð avgerð tikin um at niðurleggja fundin. Nýggjur fundur verður annan leygardagin, og tá verður bara eitt mál á skránni.
Talan er um formansvalið, og sum so man hetta ikki koma sum nakar skelkur. Longu fyri tveimum árum síðani boðaði Niclas Joensen frá, at hann ikki ætlaði sær at halda fram í formanssessinum, men eftir drúgva umhugsunartíð játtaði hann tó at taka tvey ár afturat.
Hesaferð hevr hann tó gjørt greitt, at hann tekur ikki við afturvali, og tí skal nýggjur formaður finnast á framhaldandi aðalfundinum.

Kostnaðarmikið menn gott
Tað var annars ein væl nøgdur formaður, sum legði sína frágreiðing fram leygardagin.
Hóast roknskapurin fyri fyrstu ferð í fleiri ár sýndi eitt hall, og var hetta 333 tkr. Eginognin hjá FBF er tó framvegis positiv við 259 tkr.
Hinvegin er einki at taka seg aftur í, at árið í fjør hevur verið eitt hitt rúgvusmiklasta nakrantíð, tá tosað verður um aktivitetir hjá Flogbóltssambandinum.
Og formaðurin fegnaðist um úrslitini, sum hetta hevði givið. Ikki minst gull- og silvurmerkini á Oyggjaleikunum, eins og menninir leiktu seg víðari úr sínum undankappingarbólki, tá teir í heyst vóru í Skotlandi.
Annars legði formaðurin stóran dent á, at ein langtíðarælan eigur at verða gjørd fyri landsliðsarbeiðið. Bæði við menning av yngru leikarum og fíggjarstøðuni sum heild fyri eyga.