Drúgvu mansfinalurnar byrja sunnudagin

H71 og Neistin spæla upp í fimm dystir í FM-finalunum - Landsliðssteðgur verður eftir tær tvær fyrstu

Í gjár gjørdist greitt, at H71 og Neistin skulu spæla FM-finalurnar 2019.

Les eisini: H71 og Neistin í finaluni eftir rok á Hálsi

 

Hetta verður fyrstu ferð at FM-finalurnar undir nýggja kappingarleistinum vera leiktar, og tað verður drúgt hesaferð.

Undir hesum kappingarleisti verður leikt best av fimm finalum. Tað vil siga at tað liðið, ið fyrst vinnur tríggjar dystir er Føroyameistari.

 

Og tað verður enn drúgvari. Tí at vikan, áttanda til 14. apríl er landsdystarvika.

Tá skal føroyska landsliðið spæla tveir dystir ímóti Ukreina, áðrenn finalurnar fara ígongd aftur hósdagin, 18. apríl.

 

Neistin og H71 hava tveir leikarar í part á landsliðnum, umframt at venjararnir hjá báðum feløgunum eru landsliðsvenjarar.

Hetta er ein heldur margháttlig støða, har menn í landsliðsvikuni brádliga gerast liðfelagar heldur enn mótstøðumenn, ið teir annars eru í nærum ein mánaða.

 

Fyrsta hálvfinalan verður leikt nú sunnudagin klokkan 18.00 og um neyðugt verður við fimm finalum, so verður hin seinasta leikt 27. apríl.

 

Her er skráin fyri finalurnar, ið HSF hevur kunngjørt í dag. Klokkutíðir verða settar so hvørt:

 

Dystarskrá:

Leygardagin 30. mars
Kl. 18.00 bronsudystur: VÍF – Kyndil

Sunnudagin 31. mars
Kl. 18.00 finala 1: H71 – Neistin

Mikudagin 3. apríl
Kl. 20.00 finala 2: Neistin – H71

--

Landsdystir

--

Hósdagin 18. apríl
finala 3: H71 – Neistin

Mánadagin 22. apríl
finala 4: Neistin – H71

Leygardagin 27. apríl
finala 5: H71 – Neistin