Drúgvar samráðingar

Hóast tað í gjárkvøldið ljóðaði, at ABC-flokkarnir ætlaðu at samráðast út í eitt til eitt úrslit fyrilá, fóru fólk til hús stutt eftir klokkan níggju í morgun

Tað bendir alt á, at samráðingarnar um býti av málsøkjum ikki hava gingið so væl, sum floksformenninir vónaðu undan, at samráðingarnar byrjaðu stutt eftir klokkan 13 í gjár.

Hinvegin væntaðu teir drúgvar samráðingar, men søgdu seg ætla at samráðast út í eitt, til semja varð fingin um býti av málsøkjum.

Tað hevur ikki verið møguligt at fingið orðið á floksformenninar í morgun, og tí ber heldur ikki til at siga, hvussu stendur til við samráðingunum og hvat møguliga er knúturin, sum er so drúgvur at loysa, at samráðingarnar máttu leggjast niður.

Tað skiltist á lagnum, at allir tríggir floksformenninir fegnir tóku við løgmansembætinum, og har vóru teir báðir nýggju, Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen kanska meiri avgjørdir enn Jóannes Eidesgaard.

Men sum nevnt er einki frætt frá samráðingunum annað, enn at flokkarnir eru farnir hvør til sín, men skulu hittast aftur klokkan 17 í dag.