Drúgva leiðin til Hvítu Húsini

Valstríðið í USA hevur vart leingi. Nú er slóðað fyri hjá Joe Biden, sum skal stríðast ímóti Donaldi Trump, forseta.

Nú er slóðað fyri hjá Joe Biden sum valevni hjá Demokratunum til forsetavalið, eftir at Bernie Sanders í gjár tók seg úr stríðnum.

Joe Biden skal stríðast ímóti sitandi forseta, republikanaranum, Donald Trump, í november.

Fleiri av undanvalunum eru ikki avgreidd enn. Valini eru útsett vegna koronavirus, men skulu tó framvegis avgreiðast, sjálvt um Bernie Sanders í gjár tók seg úr stríðnum og harvið lat Joe Biden gerast valevnið hjá Demokratunum.

Lesið meira um tilgongdina, sum eftir er – mánað fyri mánað – her:

* April:

Týsdagin var undanval í statinum Wisconsin. Atkvøðurnar verða taldar upp í fyrsta lagið 13. apríl.

Í apríl skuldi fleiri undanval var, sum eru útsett. Tó eru tey útsett til seinni í apríl, meðan restin av valunum eru útsett til mai, juni ella juli.

* Mai:

Demokratarnir halda seks undanval afturat í minni statum sum Indiana og Oregon. Onkur teirra verða hildin, fleiri eru útsett.

* Juni:

Týsdagin 2. juni halda teir síðstu av teimum 50 statunum teirra undanval.

 

* Juli:

13. til 16. juli í Milwaukee, Wisconsin, skuldu Demokratarnir hava hildið flokskonvent. Tað er tá, at forsætisvalevnið endaliga verður útnevnt.

Taðer útsett itl 17. august vegna koronavirus.

Vanliga verður forsetavalevnið útnevnt í døgunum ella vikunum fram til konventið.

* August:

Republikanararnir halda teirra flokskonvent í Charlotte, North Carolina. Tað verður fra´24. til 27. august.

Donald Trump hevur mótvalevni í flokkinum, men roknað verður við at hann vinnur á teimum uttan trupulleikar í undanvalunum og verður útnevndur sum forsetavalevni.

* September:

Fyrsta kjakið millum bæði valevnini verður 29. september í Indiana.

* Oktober:

Tvey kjak afturat millum forsetavalevnini eru á skránni 15. oktober í Michigan og 22. oktober í Tennessee.

Harumframt er lagt upp til kja millum varaforsetavalevnini 7. oktober í Utah.

* November:

Týsdagin 3. november er valdaður í øllum USA. Vinnarin av flestu valmonnum frá ymsu statunum verður nýggjur ella afturvaldur forseti í USA.

Keldur: The New York Times, usa.gov.

/ritzau/