Álopsbylgjurnar á mál í Afghanistan sunnukvøldið og gjáranáttina vóru byrjanin til tann hernaðarliga partin av krígnum, sum amerikanski forsetin, George W. Bush, boðaði frá eftir yvirgangsatsóknirnar í USA fyri fýra vikum síðani.
At brestirnir frá rakettum og bumbum tagnaðu í lýsingini í gjáramorgunin, merkir ikki, at álopið er av. Tvørturímóti var hetta bert byrjanin til tað, sum amerikanararnir hava nevnt "Operasjón varandi friður". Longu tá sólin reis í Afghanistan í gjár, var amerikanska herleiðslan í fer við at leggja næsta átakið til rættis, og sambært keldum í Washington fer álopið á Afghanistan at halda fram næstu dagarnar.
Samstundis fara amerikanarar og teirra sameindu undir eitt annað slag av kríggi. Hetta verður eitt kríggj í loyndum, har eingi sjónvarpstól verða við, og sum umheimurin tískil ikki sleppur at eygleiða og kanska heldur ikki fer at hoyra so nógv um.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, segði í gjár, at USA fer at skipa fyri nøkrum hernaðarligum "átøkum" í Afghanistan, men hetta verða átøk, sum umheimurin neyvan fer at varnast, legði hann afturat.
al-Qaeda og Taliban
Tað vóru amerikanarar og bretar, sum stóðu fyri tí fyrsta álopinum sunnukvøldið og gjáranáttina. Amerikanarar nýttu framkomin flogfør, sum bæði høvdu bumbur og krússararakettir við sær, og bretskir kavbátar, sum liggja í Arabiska Havinum, skutu fleiri Tomahawk-rakettir inn yvir Afghanistan.
Bæði Bush og Tony Blair søgdu sunnukvøldið, at álopini vóru vend ímóti Osama bin Laden og felagsskapi hansara al-Qaeda, men at málið eisini var at raka herútbúnaðin hjá Taliban-stýrinum.
Hetta seinna hevur uttan iva til endamáls at hjálpa Norðursamgonguni í bardaganum ímóti Taliban-stýrinum, samstundis sum tað skal gera tað møguligt at senda servandar amerikanskar hermenn inn í Afghanistan at leita eftir bin Laden. Tað ljóðaði longu sunnukvøldið, at Norðursamgongan var farin undir eitt avgerandi álop, og at samgongan væntaði at verða før fyri at taka Kabul eftir fáum døgum.
Fleiri mál
George W. Bush, forseti gjørdi longu í gjár greitt, at Afghanistan er ikki einasta málið í "Operasjón varandi friður."
Í dag venda vit okkum ímóti Afghanistan, men mál okkara er breiðari enn so, segði forsetin.
Forsetin endurtók, at bardagin ímóti yvirgangi verður drúgvur, og at amerikanska fólkið má vænta, at tað bardagin eisini fer at kosta amerikansk mannalív.
Fyribils hevur kríggið ikki kostað USA og tess sameindu mannalív. Taliban-stýrið sigur, at bumbu- og rakettálopini kravdu mannalív. Tøl millum tvey og tjúgu eru nevnd.
Men Osama bin Laden slapp livandi frá teimum fyrstu álopunum.