Talan var um fyrstu venjingina á landsliðsferðini í Graz í Eysturríki, har landsliðið skal spæla dyst leygarkvøldið.
Heldur enn veruliga at venja í gjár, høvdu spælararnir spákað sær ein túr, men í morgun legði landsliðsvenjarin hampuliga nógv fyri í venjingini.
Umframt Johan Troest Davidsen, sum dregist við skaða, sótu Fróði Benjaminsen og Súni Olsen yvir í venjingini í dag, og tí noyddust fysioterapeturarnír báðir, Øssur Steinhólm og Álvur Hansen, eisini á vøllin, tá ymsar formatiónir skuldu venjast móti endanum av venjingini.
Fyrrapartin í morgin verður aftur venjing á skránni, umframt at ein venjing verður á stadion í annaðkvøld. Sjálvur dysturin er klokkan 19.30 føroyska tíð leygarkvøldið.










