Drúgv skrá

.

Sjey mál eru á skránni fyri tingfundin, ið verður settur í dag klokkan hálvgum tvey seinnapartin. Talan er um seks fyrstu viðgerðir og síðani framløgu.

Fyrsta málið á dagsskránni er fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 1-6/1999, sum er uppskot til eykafíggjarlóg fyri 1999.

Næst á skránni er fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 18/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund.

Triðja málið á dagsskrá løgtingsins fyri tingfundin í dag er 1. viðgerð av tingmáli nummar 25/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um uppihald á stovni og líknandi.

Síðani er verður fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 21/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Fimta málið og dagsskránni og næstseinasta fyrsta viðgerðin á tingfundinum er fyrsta viðgerð av tingmáli nummar 22/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.

Seinasta fyrsta viðgerðin er av tingmáli nummar 26/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.

Tingfundurin endar við framløgu.