Klokkan 9 í morgun byrjaði rættarsakin móti einum 45 ára gomlum manni úr Kongo, sum er ákærdur fyri í fjør at hava framt 8 lógarbrot í sambandi við hvítvaskan av peningi.
Maðurin, sum hevur fast uppihaldsloyvi í Belgia, var í Føroyum í fjør summar, og her hevur hann stovnað konti í føroyskum peningstovnum, sett stolnar kekkar inn, fyri síðani at taka reiða peningin út aftur.
Fram til døgurða – og evstamark hjá blaðnum – vóru bert trý av teimum átta ákærunum, sum førdar eru fram móti kongolesaranum, avgreiddar. Tær tríggjar snúðu seg um stovnan av konto í Suðuroyar Sparikassa við tí fyri eyga, at vaska pening hvítan, í øðrum lagi innsetan av einum kekki í Suðuroyar Sparikassa áljóðandi 81.779,62 evrur, fyri smáar tríggjar vikur seinni at taka út 300.000 krónur úr sama peningastovni, og sama dag at taka út 40.000 evrur úr Føroya Banka.
Triðja ákæran snýr seg um at veksla 100.000 krónur í føroysku seðlum um til evrur í Change Group í Keypmannahavn.
Ákærdi noktar seg sekan í hesum trimum ákærunum.
Óvissa um pass
Tað er Linda Hesselberg, sum er ákæri í málinum, og hon er sum altíð sera væl fyrireikað. Eitt mál í eini av ákærunum er eitt falskt pass, sum ákærdi hevur bílagt.
Passið er umbiðið í navninum Pascal Rotazibwa, og sambært ákærda hevur hesin maðurin í minsta lagi sum hjástarv at melda passið hjá sær burturmist, fyri síðani at fáa útvegað pass í navninum hjá sær sjálvum, men við myndini av tí, sum mátti havt brúk fyri einum følskum passi.
Í hesum førinum hevði Linda Hesselberg verið í sambandi við bæði belgisku myndugleikarnar og Interpool og kundi prógvað, at myndin, sum varð latin inn í sambandi við útskrivingina av passinum, er av ákærda. Hetta kundi prógvast umvegis fax frá Interpool.
Ákærdi pástóð, at hann bert hevði latið einum hjálparmanni myndina av sær, og at hesin síðani hevði verið hjá passmyndugleikunum og fingið passið útskrivað.
Ákærin kundi tó upplýsa, at sambært belgisku myndugleikunum er neyðugt hjá viðkomandi, ið skal hava pass, sjálvur at møta upp, fyri at passmyndugleikarnir kunnu síggja, at myndin samsvarar við persónin.
Eftir øllum at døma tekur ákærdi tað ikki so hátíðarliga, um hann ferðast við hesum passinum ella hinum, tí hann greiddi frá, at beint undan at hann var farin til Føroya í september í fjør, hevði hann fingið tvey ymisk pass frá sambandi sínum í Belgia – sum hann annars hevði skilt hevði røtur í Føroyum, og millum annað kundi viðmæla eina matstovu mitt í býnum, har tosað verður franskt.
Minnir um sirkus
Ákærdi maðurin tosar bert franskt, og tí er neyðugt hjá rættinum at nýta tolk. Tað verður eisini gjørt, men til tíðir minnir rættarmálið líka nógv um ein enska skemtirøð, tí ákærdi tosar sum ein fossur, og hvørja ferð hann andar inn, og tolkurin letur munnin upp, herjar ákærdi á aftur við einari flóðaldi á fronskum.
Bæði dómari og ákæri gjørdu fleiri ferðir vart við, at neyðugt var hjá ákærda at svara í stuttum brotum, tí annars fekk tolkurin ongan møguleika at umseta rætt, og rætturin fekk ongan møguleika at vita, hvat ákærdi segði.
Í stuttum eru ákærurnar, sum hgartil eru settar fram, tær, at ákærdi 11. juni í fjør saman við fleiri øðrum hevur verið inni í Suðuroyar Sparikassa í Havn og stovnað eina konto, har víst er eitt visittkort fram sum samleikaprógv saman við einum passi, sum ikki er í navninum hjá ákærda.
Í næstu ákæru hevur ákærdi tann 30. juni 2008 verið inni í Suðuroyar Sparikassa og tikið út 300.000 krónur við sama passi, og sama dag hevur ákærdi eisini verið inni í Føroya Banka og tikið út 40.000 evrur.
Tilsamans er talan um átta ymiskar ákærur, har fleiri av teimum innihalda fleiri hendingar. Í alt er kongolenski maðurin ákærdur fyri at hava snýtt fyri tilsamans 1,2 milliónir krónur.
Málið heldur fram seinnapartin í dag og helst aftur mánadagin. Hetta er tó tengt at, um tolkurin hevur høvið at tulka mánadagin, tí hann skal av landinum henda dag, og hann mátti tí fyrst kanna, nær flúgvarin mánadagin flýgur.
Sosialurin fylgir málinum.









