Klaksvík:
Dúgvan fór úr Klaksvík týsmorgunin klokkan 5.45, men tá komið var til Leirvíkar, var so mikið av vindi, at skiparin gjørdi av ikki at fara inn um grótkastið og heldur venda aftur til Klaksvíkar. Ferðafólkini fingu at vita, at skipið fór av aftur Klaksvík til vanliga tíð, klokkan 7.15 og tá til Fuglafjarðar, um veðrið ikki var batnað í Leirvík.
Hann øtlaði vindin nakað tann seinna túrin, og ein hvirla tók dygt í skipið, tá tað var komið nakað út um Klakkin. Nógv datt av hillunum og fór sendandi í dúrkið. Og tað tóktiskt nakað ógvusligt einu løtuna. Men tað var tíbetur bert tann eina hvirlan. Hetta var tó nóg mikið til at leypa hvøkk í fleiri av ferðafólkunum, sum vóru við.
Alt spældi tó væl av, og Dúgvan legði at í Fuglafirði í øllum góðum beint áðrenn klokkan 8.30. Øll vóru glað, men tað vardi ikki so longi, tí tað var so bratt av rampanum niður á kaiina, at eina løtu var ivasamt, um bilarnir fóru at kunna koyra í land.
Dugnaliga manningin fekk tó riggað tað soleiðis til, at bilarnir eftir einari løtu kundu koyra í land, og so var túrurin um Leirvíksfjørð av. Fyri nøkur av ferðafólkunum hevði hann tá vart í tríggjar tímar. Dúgvan sigldi aftur til Klaksvíkar og gjørdi ikki nakra nýggja roynd fyrr enn klokkan 11.45.