Drúgv biljagstran

Um hálvgum fimmtíðina sunnunáttina gjørdi løgreglan í Havn eina roynd at steðga einum bili, men bilførarin koyrdi undan, og hann bleiv ikki tikin fyrr enn komið var í Eysturoynna.

Løgreglan fekk illgruna um, at bilførarin koyrdi ávirkaður, og tí vildu teir steðga honum. Men bilførarin aktaði ikki boðunum frá løgregluni, og hann helt tí undan við nógvari ferð. Av tí at ferðin var so nógv, og maðurin ikki var koyriførur, valdi løgreglan ikki at leggja ov nógv fyri í royndini at fáa bilin aftur. Teir koyrdu aftaná bilinum, men hildu eina ávísa fjarstøðu, so at bilførarin ikki skuldi kenna seg ov hart kroystan, tí so kundi tað lættliga enda við eini vanlukku.
Men alt fær ein enda, og tað fekk henda biljagstranin eisini, tá ið løgreglan at enda fekk fatur á manninum norðuri í Svínáum.