Drúgt orðaskifti um formansfrágreiðing

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, hevur í morgun lagt fram formansfrágreiðingina, sum elvdi til drúgt orðaskifti Eini 80 fólk vóru møtt til flokstingið hjá Tjóðveldi við Gjógv í morgun. Tingið byrjaði longu í gjárkvøldið, men tað er í dag, at politiska viðgerðin verður av støðuni í landinum.

Lagt varð fyri við at Høgni Hoydal, formaður, legði formansfrágreiðingina fram, og hon elvdi til rættiliga drúgt orðaskifti. Ætlanin var, at døgurðasteðgur skuldi vera frá klokkan 12 til 13, men farið var 20 minuttir yvir tíðina, tá fundarstjórin sleit fundin fyri at lata fólk fáa ein bita niðurum.

Orðaskiftið var tá ikki endað, men var tikið upp aftur eftir døgurðasteðgin.

Seinni í dag fara so landsstýrismenninir at leggja sínar ætlanir fram, og síðani verður orðaskifti um tær.

Fundurin varð settur at vara til klokkan17, men væntast kann, at hann fer at draga nakað longur út.

Endað verður sum vanligt við veitslu um kvøldið.