Eitt bókasavn á miðjarðarhavsoynni Malta fekk nú um dagarnar eina bók, sum varð lænt har fyri 42 árum síðani.
Ernie Roscouet arbeiddi hjá bretska flogvápninum RAF á Malta tíðliga í sekstiárunum. Ein dagin var hann á bókasavninum og lænti eina bók. Hann gloymdi at bera hana aftur, og tá hann í 1962 flutti heim til Bretlands, kom bókin við í viðførið.
Nú 42 ár seinni fekk Ernie Roscouet tilboð um eina ferð til Malta í 65 ára føðingardagsgávu frá konuni. Hann tók av, og tá hann pakkaði kuffertið, legði hann bókina í tað. Hann sigur við blaðið Times of Malta, at hann væntaði at fáa eina stóra bót frá bókasavninum, men at hann ístaðin varð boðin innar til ein kaffimunn. Leiðarin á bókasavninum, Joe Debattista, heldur, at kanska kann søgan um bókalánið hjá Ernie Roscouet fáa onnur at lata bøkurnar aftur til rætta tíð.