– Vit vóru góðir í dag, ja, snøgt sagt suverenir, og her vóru eingi gummibein at hóma í Gundadali, segði Páll Mohr Joensen eftir sigurin á KÍ, ið tryggjaði HB meistaraheitið.
– Vit hava havt eitt gott kappingarár. Kanska hava vit ikki altíð spælt so góðan fótbólt, men vit hava vunnið teir nógvu dystirnar, uttan nú í seinastuni. Hetta hevur verið drúgt at bíða eftir.









